Í City vita vit, hvussu umráðandi teldan er fyri tín gerandisdag. Tí hava allir City handlar eina fyrstuhjálp, ið gevur tær skjóta og góða tænastu, um okkurt er galið við telduni ella aðrari vøru, ið tú hevur keypt í City.
Fyrstahjálpin er mannað við vælútbúnum fólkum, og við okkara serkunnleika innan Apple, Dell, Canon, Sony og HP hava vit bestu førleikar til størstu merkjavørurnar innan KT-útgerð.
Tú kemur bara í ein City handil við vøruni, so greiða vit tín trupulleika sum skjótast. Er neyðugt at bíleggja nýggjan lut, so gera vit tað fyri teg, og kostar umvælingin nakað, so siga vit tær altíð frá áðrenn, so at tú ikki fært nakra óvæntaða rokning.
Tá ið teldan er í lagi aftur, so heintar tú hana aftur í tínum City handli.
Niðanfyri eru dømi um tænastur, sum fyrstahjálpin veitir:
- Kanning av teldum og øðrum vørum - Formatering og innlegging av stýriskipanum - Reinsan av virusi - Innlegging/dagføring av drivarum - Innlegging/dagføring av forritum - Íseting av hardware, t.d. harðdiski, RAM og tráðleysum netkorti - Uppseting av beinarum - Uppseting av teldum, t.d. til teldupost
|
 |